Lech Walesa, sum var maðurin aftan fyri polska fakfelagið og mótstøðurørsluna Solidaritet, ið gjørdi enda á kommunistastýrinum, hevur nú tikið seg úr felagnum.
Í næstu viku heldur Solidaritet sín 26. ársfund, men tá verður Walesa ikki millum luttakararnar. Orsøkina sigur hann vera, at hann og Solidaritet hava valt hvør sína kós, og at hann tí ikki kann halda fram sum limur í felagsskapinum. Walesa er í øðini um, at Solidaritet hevur valt at styðja ta konservativu stjórnina í Pólandi, sjálvt um hann leingi ávaraði felagsskapin ímóti at gera tað.
-Hetta var tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, og tí eri eg givin at rinda limagjaldið, sigur tann 62 ára gamli Lech Walesa við AP.