Walesa fór illa við samkyndum

Nøkur orð hjá fyrrverandi polska forsetanum Lech Walesa hava vakt stóran ans.

Í einari sending í polska sjónvarpinum TVN24 um hjúnarlag millum samkynd segði Walesa, at samkynd fólkavald eiga at sita í aftastu røð og helst aftan fyri ein vegg.

-Eg vil ikki, at hesin minnilutin, sum eg eri ósamdur við, skal ganga í gøtunum og verja míni børn og abbabørn, segði Walesa. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki skulu samkynd ikki hava loyvi til at skipa fyri tiltøkum inni í teimum stóru býunum, men bara uttan fyri býirnar.

Um samkyndar politikarar segði fyrrverandi forsetin, at teir skulu vera nøgdir við at sleppa at fáast við smá mál, og at teir eiga ikki at stremba eftir at taka lut á toppfundum.

Robert Biedron, sum var tann fyrsti fólkavaldi politikarin í Póllandi, sum alment kunngjørdi, at hann er samkyndur, lat seg ikki taka av fótum av viðmerkingunum hjá Walesa.

-Eg elski Lech Walesa. Uttan hann hevði eg ikki verið her í dag. Men sonur hansara, sum er í ES-tinginum, átti at sett seg niður saman við pápanum og givið honum eina frágreiðing um ymisk viðurskifti, segði Robert Biedron.

Lech Walesa var polskur forseti frá 1990 til 1995. Hann fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1983.