Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kurt Waldheim, sum doyði tann 14. juni, varð jarðaður í Wien um vikuskiftið. Waldheim var eysturríkskur forseti frá 1986 til 1992, og núverandi forsetin, Heinz Fischer, var millum teirra, sum høvdu orðið undir jarðarferðini. Hann nevndi millum annað, at Waldheim bleiv lagdur undir ymiskt, sum hann ikki hevði gjørt. Við hesum sipaði hann til, at Walsheim gjørdi tænastu í týska herinum undir seinna heimsbardaga.









