Reuters veit at siga, at Wagner-bólkurin í juni royndi at stjala kjarnorkuvápn, sum kunnu rúmast í ryggsekki.
Tað eru ukrainsku trygdarmyndugleikarnir, sum eru keldan til hesi tíðindi er, ið tíðindastovan Reuters endurgevur.
Leiðarin í ukrainsku fregnartænastuni, Kyrylo Budanov, sigur við tíðindastovuna, at tjóvaríið av hesum vápnum miseydnaðist.
- Endamálið við at stjala smá kjarnorkuvápn var at fremja størri skaða í álopum á Russland, sigur fregnartænastuleiðarin.
Sambært Kyrylo Budanov var ein orsøk til, at tjóvaríið miseydnaðist.
- Hurðarnar inn til goymsluna vóru stongdar, og tí fekk Wagner ikki fatur í teknisku komponentunum, sigur hann.
Reuters sigur seg ikki hava megnað at prógvað, um Wagner-bólkurin í veruleikanum kom til Voronezh-45, har hesi kjarnorkuvápn skulu vera goymd.
##med2##