Sambært ukrainska fregnartænastuleiðaranum, Kyrylo Budanov, luttaka Wagner-herlið ikki longur í bardøgum í Ukraina.
- Privati leiguherurin Wagner luttekur ikki longur í fíggindaligum virksemi á ukrainskum landaøki. Hetta var effektivasta eindin, sum Russland hevði. Teir vildu røkka sínum málum - líkamikið, hvør prísurin gjørdist.
Tað sigur Kyrylo Budanov við ukrainsku ávísina, og tað er The Kyiv Independent, sum endurgevur.
Fregnartænastuleiðarin sigur, at Wagner-hermenn framvegis eru í syðra parti av Ukraina, og teir eru eisini á einari støð í Luhansk, men teir luttaka ikki í bardøgum.
Herliðini hjá Wagner vóru avgerandi fyri drúgva bardagan um ukrainska býin, Bakhmut, sum kostaði nógv mannalív hjá báðum pørtum.
Sagt verður, at Wagner-leiðarin er í Hvítarusslandi, og í løtuni er ógreitt, hvussu verður við herliðum hansara.
Jevgenij Prigozjin varð leingi roknaður sum ein vinmaður hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, men soleiðis er neyvan longur eftir uppreisturin seinasta leygardag.










