Wacken Metal Battle Føroyar í Norðurlandahúsinum

Leygarkvøldið 24. mars verður Wacken Metal Battle Føroyar í Norðurlandahúsinum.

 

Tað eru Plátufelagið Tutl og Norðurlandahúsið, ið eru stigtakarar til hetta tiltak. Talan er um eina talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstur og útstráling á palli.

 

Hugtakið Metal Battle, hevur sín uppruna í heimskenda Wacken festivalinum í Týsklandi, og fevnir umleið 30 lond. Mannagongdin er tann, at bólkar luttaka í einari kapping í heimlandinum, vinnarin fær so møguleika, at enda á palli á sjálvum Wacken festivalinum, ið verður hildin 2. - 4. august 2012. Á festivalinum verður eitt finalu umfar, og besti bólkurin vinnur ein plátusáttmála frá týska risa plátufelagnum Nuclear Blast Records.

 

Seinastu árini hevur føroyskur tungmálmstónleikur veruliga vundið uppá seg, og hevur fingið góða umrøðu úti í heimi, hóast umhvørvið er lítið, samanborið við onnur lond á okkara leiðum. Tí ivast fyriskiparnir onga løtu í, at føroyskur tónleikur av hesum slagi kann koma langt, bara bólkarnir fáa møguleikan at prógva seg. Hettar er fyrstu ferð, at farið verður undir kappingina her í Føroyum, Tí hava fyriskiparnir valt at bjóða seks bólkum við, har manningin strembar hart eftir einari yrkisleið sum tónleikarar. Tískil er talan ikki um opna tilmelding, men um tiltakið eydnast væl, verður tað víðka næsta ár.

 

Tiltakið byrjar 18.30 í Norðurlandahúsinum.