Waagstein 120 ár

Klaksvíkingar skipaðu um vikuskiftið fyri stórum og fjølbroyttum titaki í samband við, at 120 ár eru liðin síðani at Jógvan Waagstein var føddur í Klaksvík. Á skránni vóru bæði tónleikur, framsýningar og fyrilestrar

Um vikuskiftið var hátíðarhald í Klaksvík, í samband við, at 120 ár eru síðani, at Jógvan Waagstein var føddur í Klaksvík.

Listaframsýning var í býráðshúsinum og á fornminnasavninum var framsýningin Waagstein 120 ár. Talan var sostatt um eina listaframsýning og eina meira biografiska sýning við skjølum og øðrum.

Freydis Poulsen helt leygardagin áhugaverdan fyrilestur um Waagstein. Leygarmorgunin var eisini væleydnað matiné í Christianskirkjuni.

Sangløta var í Bøgøtu 3.

Sunnukvøldið var konsert í Skúlanum við Ósánna. Tónleikatiltøkini eydnaðust stak væl, frættist úr Klaksvík. M.a. átti Pauli í Sandagerði væleydnaða og forvitnisliga tónleikaútseting.

Á konsertini legði Bogi Lütsen fyri við at lesa úr brøvum. Annars luttóku Klaksvíkskórið, 17 sangarar, Sharon?s Kids , Hornorkestrið og Skúlahornorkestrið.

Í Klaksvík eru tey væl nøgd við fjølbroytta tiltakið, ið varð væl eydnað og væl vitjað.