Waag hevur keypt plátu- og dekkverkstaðið hjá Kollsker, sum Waag yvirtók um árskiftið.
– Vit hava leingi havt ætlanir um at útvega okkum eitt plátu-og dekkverkstað, og tað var tí eitt kærkomið høvi, tá ið vit fingu tilboð um at keypa Kollsker. Nú kunnu vit bjóða kundum okkara allan pakkan, líka frá bilkeypi, mekaniskum verkstaði, plátuverkstaðið til dekk og dekkskift, sigur Pauli Waag, stjóri í Waag.
Bilverkstaðið v/Hans Jacob Kollsker heldur til í egnum hølum á Sandvíkarhjalla, og talan er um eitt nútímans bilverkstað, ið veitir allar tær tænastur, ið hava við bilar at gera.
Verkstaðið hjá Hans Jacob Kollsker umboðar bilmerkiðbSsangYong, sum Waag nú eisini yvirtekur.
– Plátu- og dekkverkstaðið hjá Kollsker heldur fyribils fram sum vanligt, men vit fara sum frá líður at gera ymiskar broytingar, t.d. skifta navn, og vit ætla okkum eisini at fara at gera væl meira burtur úr dekksøluni, sigur Pauli Waag, sum samstundis fer at ynskja kundum og viðskiftafólkum sínum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.