Waag & Company sett met

Sølan av bilum vaks nógv í 2015. Tann bilasølan sum seldi flest nýggjar bilar er Waag & Company, sum hevur sett met við at selja tilsamans 613 bilar.

 

Waag & Company umboðar bilmerkini Citroën, Mitsubishi og Mercedes-Benz.

 

Sambært hagtølunum hjá Akstovuni seldi Waag & Company 311 Citroën, sum gjørdist mest selda bilmerki, 216 Mitsubishi og 86 Mercedes-Benz.

 

Ongantíð áður hevur ein einstøk føroysk bilasøla selt so nógvar nýggjar bilar í einum ári.