VW Touran - upp til sjey sitipláss

VW eru komnir á marknaðin við einum nýggjum MPV. Talan er um VW Touran, sum er bygdur yvir nýggja Golf plattformin. Touran fæst sum fimm og sjey persónabilur

VW Touran er ein rúmligur MPV við nógvum ymiskum møguleikum til innrætting. Í standard útgávuni hevur Touran fimm sitipláss, men hann fæst eisini við sjey sitiplássum. Tey aftaru setrini kunnu flytast eftir ynski ella takast úr bilinum, um brúk er fyri stórum viðførisrúmi. Við fimm sitiplássum er viðførisrúmið 695 litrar. Mittasta baksetrið í mittastu rekkju kann gerast um til eitt borð. Nógv er gjørt fyri at bilurin skal verða arbeiðsligur og lættur at koma úr og í, og lessihæddin er lág.
Eisini er nógv gjørt burtur úr trygdini, bilurin hevur fýra airbag framman og høvuðairbag framman og aftan. Nakkastútturnar framman eru aktivar, hetta fyri at verja háls og nakka undir einum samanstoyti.

Basis, Trendline og Highline

Touran verður gjørdur í trimum útgávum, hvat útgerð viðvíkur: Basis, Trendline og Highline. Í Basis útgávuni er bilurin útgjørdur við t.d. Climatic, hátrýstspularum á forlyktunum, el-rútum framman, el-síðuspeglum við hita, fjarstýrdum sentrallási, hita í setrunum og radio við fløguspælara. Trendline útgávan hevur eisini el-rútar aftan, fartpilot, koyriteldu og flúgvaraborð til tey ferðandi á baksetrunum. Highline er tann fínasta útgávan við sportsetrum framman, leðurratti, leðurgirknøtti og 16" alufelgum.
Í fyrstu atløgu kemur Touran við tveimum TDI dieselmotorum og einum FSI bensinmotori við beinleiðis innspræning. TDI motorarnir eru ávikavist 1,9 litur við 101 hk og 2,0 litur við 136 hk. FSI bensinmotorurin ein 1,6 litur við 115 hk. Seinni koma aðrir motorar við í skránna. Allar útgávurnar hava 6-trins girkassa sum standard.
Touran hevur eina nýggja fjaðraskipan, sum gevur bilinum góðar koyrieginleikar og gott vegtak. Bilurin er eisini tann fyrsti VW við elektromekaniskari servostýring sum standard. Servostýringin tilpassar seg automatiskt eftir koyriumstøðunum. Bilurin er lættur at stýra við lítlari ferð, tá man t.d. skal parkera, men stýringin blívur meira føst og beinleiðis, so hvørt sum ferðin veksur.





VW Touran 1,6 FSI

Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin 115 hk

0-100 km/t11,9 sek

Bensinnýtsla13,4 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd439,1 cm
Breidd179,4 cm
Hædd167,0 cm
Eginvekt1425 kg
Viðførisrúm695 / 1989 litrar

Prísurkr. 255.000,-

SøluumboðBilasølan v/ Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
315354
www.audi-vw.net