VW New Beetle Cabriolet

Volkswagen New Beetle Cabriolet verður frumsýndur á Detroit Motor Show í januar 2003.

Bilurin kemur á danska marknaðin í einaferð í vár, so tey sum ynskja sær ein Beetle Cabriolet til næsta summar, kunnu seta bilin á ein ynskilista


Fyrst var tað VW Type 1, síðan bleiv tað Golf Cabriolet. Nú kemur so New Beetle Cabriolet. Við hesum bilinum vísir Volkswagen hvussu tryggur, komfortabul og praktiskur ein slíkur bilur kann verða. Bilurin er til fýra persónar við innbygdum automatiskum styrtboylum. Galesjan er gjørd úr góðum tilfari, sum ger at bilurin ikki er kaldur at koyra í um veturin. Í eini handavending kann kalesjan leggjast niður aftanfyri baksetrið. Motorurin er ein 2,0 litur bensin við 115 hk. Bilurin kann leverast við einum nýggjum 6-trins tiptronic girkassa.