Skálafjarðar Sløkkilið umfatar hesar kommunurnar á Skálafjørðinum: Nes, Runavíkar, Skála og Sjóvar kommunu. Á Skála hava teir tveir brandbilar, á Strondum ein og í Runavík tveir. Brunaumsjónarmaður fyri økið er Sunnleiv Højgaard í Runavík og varaleiðari fyri økið er Vilhelm Olsen á Skála, ið eisini er leiðari fyri brandstøðina á Skála. Tilsamans eru teir 29 mans. 19. juni lat Bilasølan v. Øssur Johannesen teimum ein nýggjan VW Transporter Syncro, í longru útgávuni.
Ein slíkur hjálparbilur, ið skal vera fyrstur á vanlukkustaðnum, er útgjørdur við øllum tí, ið er neyðugt til at veita neyðugu hjálpina, áðrenn teir størru brandbilarnir náa at koma fram. Tí er eisini neyðugt at bilurin er kvikur og kann koma fram í øllum veðri. Transportarin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði trekkjur á øllum 4 hjólunum og hevur ein 2.5 litur TDI 102 hk turbo dieselmotor við beinleiðis innspræning og intercoolara.