Jóannes Eidesgaard
--------
Nógv kann man siga um Edmund Joensen, men hansara politiska spinn seinastu tíðina hevur verið framúr gott. Hann dugur meistarliga javnvágina millum tann umugsaða statsmannin og so hin heldur primitiva íspegilin, sum ikki fer av vegnum fyri at brúka ósannindir, um tey tæna málinum.
Edmund Joensen hevur grein á síni heimasíðu, sum nú eisini finst á onkrum portali, sum hann kallar “Tann savnandi drotningin.” Í greinini finst Edmund at, at onkur fjølmiðil hevur tikið upp málið um kostnaðinum av stásdøgurðanum hja løgmanni fyri drotningini og onkur annar spurningin um kongshús ella forseta.
Eg eri púra samdur við Edmundi í tí, at tað er ikki vanligt, at gesturin fær kostnaðin slongdan í høvdið, tá seinasti bitin er farin niðurum. Hetta er harumframt sera óføroyskt. Men vit hava ivaleyst agurkutíð, so okkurt skulu fjølmiðlar skriva um. Spurningurin um mornarki ella republikk er eisini frammi við millumbilum, men kjakið er neyvan háaktuelt, so riddarin norðan av Oyri kann sova róliga hvørja nátt fyri tí málinum.
Men hví tók eg so til pennin her mitt í summarfrítíðini?
Tað er einfælt tí, at vuvuzelain norðan av Oyri tvinnar hesa skriving saman við Javnaðarflokkinum. Hann kallar konsekvent Sosialin fyri okkara floksblað, hóast hann sjálvandi veit betur.
Javnaðarflokkurin hevur hvørki úttalað seg um prísin av døgurðanum ella spurningin um kongshús ella ei. Men tað hevur Sosialurin eftir øllum at døma gjørt. Sum Edmund og flest øll onnur vita, so seldu vit Sosialin nú fyri fleiri árum síðani, enntá við stórum hepni. Vit áttu blaðið á sama hátt sum sambandsfólk einaferð áttu Dimmalætting, men hetta er ein farin tíð sjálvt hjá Dimmu.
Eg eri rættiliga sannførdur um, at neyvan hevur nakar flokkur fingið so mong høgg frá Sosialinum seinastu árini sum júst gomlu eigararnir Javnaðarflokkurin. Tað hevði nú verið løgið fyri eitt floksblað at borið seg soleiðis at.
Men hóast Edmund fullvæl veit alt hetta, so sær hann ein møguleika at høgga í okkara flokk, sum eg haldi er sera ódámligur, men tíverri als ikki ókendur fyri Edmund.
Annars hava vit tíbetur enn talu- og skrivifrælsi, so hvat er frammi fært tú ikki stýrt Edmund. Men eg kann geva Edmundi rætt í, at viðhvørt verða orð søgd, sum nógv betur vóru ósøgd. Tað eru tað nógv dømi um.
Kanska tað hjálpir, um Edmund blæsir dúgligari í vuvuzelaina! Góð metafor Edmund.