Føroyska U-19 landsliðið í kvinnuflogbólti var um vikuskiftið í Danmark, har tey tóku lut í NM-kappingini.
Sum væntað, so megnaðu okkara ikki at taka nakað stig í kappingini, men í fleiri av dystunum stóðu tær seg heilt væl, og tær fingu eisini tvey sett burtur úr royndunum.
Fríggjadagin leiktu tær móti Svøríki, sum vann tryggan 3-0 sigur. Tað sama gjørdi Ongland í fyrra dystinum leygardagin, men seinnapartin sama dag vunnu okkara tó eitt sett móti Danmark. Seinasti dysturin var móti Noreg sunnudagin, og her gjørdist talan um ein sera tættan dyst. Noreg vann tó at enda 3-2, men settúrslitini vóru so tepur sum 25-23, 23-25, 25-23, 23-25, 15-11.
Tær, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Sára M. Strøm (TB), Elsa Nielsen (Dráttur), Marit Jacobsen (SÍ), Vivian Mikkelsen (SÍ), Ella Joensen (KÍF), Maiken Sigmundsdóttir (KÍF), Angilie Johannesen (KÍF), Annika á Stongum (SÍ), Birita Joensen (KÍF), Sólvá Dimon (TB), Karin Mikkelsen (SÍ) og Hildigarð Jakobsen (KÍF). Venjarar hjá liðnum vóru Kristian Mikkelsen og Chris N. Petersen. Jákup á Stongunum var eisini við sum ferðaleiðari, og Tummas Óli Mortensen var føroyska dómaraumboðið á ferðini.