Føroyar vunnu 34-25 á týska deilstatinum, Saarlandi í U18 manshondbóltskappingini, ið er í týska býnum, Merzig í hesum døgum. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-12.
Saarland var væl við fyrstu 20 minuttirnar, tá Føroyar bara vóru á odda 12-11. Saarlendingar mansvardu Paula Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu, men tá vístu hinir, at knotur eru í teimum.
Í seinna hálvleiki var eingin ivi. Tá 40 minuttir vóru farnir vóru Føroyar á 28-19, og hendan munin helt liðið dystin út.
Klokkan 13 í morgin spæla Føroyar móti risalandinum og risafavorittunum, Týsklandi um eitt pláss í finaluni, har antin Ísland ella Hvítarussland verður mótstøðuliðið.
Saarland-Føroyar 25-34 (12-15)
Føroyar: Hákun West av Teigum 7 (1), Kristoffur Bjørgvin 4, Sveinur Olafsson 3, Elias Ellefsen á Skipagøtu 3, Pauli Mittún 3, Viktor Gaini 3, Bjarni í Selvindi 3(2), Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Baldur Gillason 2 og Silas Vang 1.