Coca-Cola kappingin ? kvinnur
Vit hava sæð tað hent fyrr, og so leingi sum summir dystir hava størri týdning enn aðrir, so fara vit eisini at síggja tað. Eftir at VÍF í á leið eitt hálvt ár hevði vant og arbeitt við atliti til báðar Europa-Cup dystirnar móti hollendska Hellas, var mentali troyttleikin av álvara at síggja, tá tær mikukvøldið spældu ímóti Neistanum.
Ikki tí. Týdningurin av dystinum var ríkiliga stórur, nú ein finalusessur stóð upp á spæl,. men kortini er tað ikki tað´sama, nú talan aftur var um eitt »vanligt« mótstøðulið.
Ikki at kenna
Frá dystarbyrjan var eisini sjónligt, at her fór tað at gerast strævið hjá VÍF. Skjóta álopsspælið og sterka verjuspælið, sum hava eyðkent liðið, vóru als ikki at síggja, og tað var eisini líkt til, at Neistin dugdi at skapa sær fyrimun av hesum. Havnarliðið hevur í øllum førum næst sterkastu verju í landinum, og saman við eini tryggari Helenu Dam í málinum, var hetta nóg mikið til at vinna sær eina lítla leiðslu at byrja við.
Tað eydnaðist Daniel og Jørleif á VÍF beinkinum at vekja liðið eitt sindur við at fremja nakrar útskiftingar og annars við at nýta røddina, men hóast tær við hesum fingu samband aftur við Neistan, so var ikki líkt til, at tað var nóg mikið. Serstakliga í verjupartinum haltaði av álvara, og kontraspælið fekst tí als ikki at rigga, soleiðis sum VÍF vildi hava tað.
Vunnu við grundspælinum
Í seinna hálvleiki var eina løtu líkt til, at gongdin skuldi gerast júst hin sama, tí hóast VÍF nú var fyrra liðið at skora, so megnaði Neistin aftur at toga seg framum, men so spakuliga tók dysturin nú at venda.
Tað er sjálvandi altíð lætt at vera eftirsnarin, men spurningurin er, um neistavenjarin ikki átti at gjørt nýtslu av sínum time-out, tá einir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Neyvan var tað møðin, sum longu nú setti inn, men undir øllum umstøðum gjørdust mistøkini á neistaliðnum alsamt fleiri í tali. Ivaleyst nervaði tankin um, at tær nú høvdu møguleikan at vinna á VÍF.
Heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið, royndi tær at seta ferðina enn meira upp, og so fekk VÍF lætt spæl. Uttan at tær á nakran hátt spældu upp til sítt besta, so vann oddaliðið seinastu tveir triðingarnar av dystinum 10-5. Hetta var gjørligt, tí grundspæl teirra er nógv betri, enn tað er hjá hinum liðunum, og tí verða mistøkini á vøllinum nógv færri í tali. Ikki minst tá trýstið á leikararnar gerst stórt.
Finalan er vís
Hóast Neistin soleiðis hevði møguleika at skapa sensatiónina, so er tó ivasamt, um ein tepur sigur her hevði rokkið yvir tveir dystir. Europa-Cup dystirnir hjá VÍF eru lidnir í hesum umfarinum, og tí fer liðið neyvan at hava somu sálarligu timburmenninar aftur í inniverandi kappingarári.
Við fimm málum aftan fyri verður tí mest sum ógjørligt hjá Neistanum at vinna seg til finaludystin, og tí er nú neyvan annað at gera hjá teimum enn at iðra seg um tað, sum kundi verið. Tær høvdu kanska besta møguleikan av øllum, sum nakar fær ímóti VÍF, men eins og so mangar undan teimum, so máttu tær ásanna, at VÍF er í serflokki besta liðið í landinum í dag.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 19-24 (10-10)
Málskjúttar:
Neistin: Birita Wardum 5(2), Katrin á Neystabø 4(1), Gunnleyg Berg 4, Mildrid Jacobsen 2, Súna Mørk 1, Lív Sørensen 1, Susan Brockie 1
VÍF: Jacklin Durhuus 5, Nicoleta Radu 5, Sóley Mikkelsen 4(2), Ioana Rápa 4(2), Fríða Marjunardóttir 2, Jórun Ludvig 2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1, Randi Kúrberg 1
Brotskøst: Neistn 4, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Sýndu vanligan myndugleika, og komu ígjøgnum dystin uttan stórvegis hóvasták.