Dysturin var alla tíðina sera javnur, og tað boðar frá góðum venjingum, sum nú standa fyri framman hjá føroysku kvinnunum.
Eftir steðgin eydnaðist tó okkara at toga seg undan mótstøðuni, og hóst grønlendska liðið fleiri ferðir togaði seg aftur í dystin, so hevði føroyska liðið tamarhald á støðuni. Eisini hóast tað var um reppið, at tveir ov skjótir avslutningar móti dystarenda mundu kosta sigurin.
Besti málskjúttin hjá føroyska liðnum var Liljan Djurhuus, sum skeyt seks av føroysku málunum.
Føroyar-Grønland 25-24 (9-9)









