Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann hava í kvøld spælt 2. umfar í Europa League-undankappingini, har tað galt fyrra dystin á útivølli ímóti MFK Ružomberok úr Slovakia.
Føroyski landsliðsleikarin spældi sum vant í vinstru síðu heilt har frammi, og tað gekk væl hjá honum og liðfeløgunum, sum vunnu dystin 1-0 við máli frá Bismark Acosta.
Seinni dysturin verður spældur um eina viku, nevniliga hóskvøldið í næstu viku. Dysturin byrjar kl.18.00.
Málið hjá Brann sæst HER.










