Vunnu seinasta dystin

Eftir stórtap fyri ávíkavist Onglandi og Skotlandi í teimum báðum fyrstu dystunum, fekk føroyska U-19 landsliðið hjá kvinnum eitt sindur av uppreisn í seinasta dystinum í EM-undankappingini.
Hesin varð spældur móti Kroatia, og her eydnaðist føroyska liðnum at vinna 2-0. Føroyar komu á odda beint fyri hálvleik, tá Rudi Zachariasen gjørdist púra leys og skoraði, og so royndu tær føroysku at halda fast um leiðsluna.
Og stutt fyri dystarlok kundi Heidi Sevdal staðfesta sigurin, tá hon fyrst dróg seg leysa í høgru, áðrenn hon langaði bóltin í kassan. Soleiðis endaðu Føroyar á triðja plássinum í kappingini.
Ongland vann annars bólkin við fullum stigatali.