Vunnu seg aftur í FM-stríðið í seinna hálvleiki

(Ljóðsamrøður) Kristin Restorff Mouritsen livir í vónini um eina FM-finalu millum B36 og HB, leygardagin 25. oktober

Í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 varð tosað við Jobin Drangastein hjá AB, og Kristin R. Mouritsen hjá HB. HB vann 3-1 á AB á Argjum, eftir at hava verið aftanfyri 0-1 í steðginum.

 

Jobin staðfesti, at teir fýrdu alt krútið av í fyrra hálvleiki, og at teir haltaðu aftaná HB í seinna hálvleiki.

 

Kristin staðfesti, at teir í HB merktu álvaran, tá teir vóru aftanfyri 0-1, og B36 var frammanfyri 1-0, og tá var bara eitt at gera, og tað var at vinna dystin á Argjum. Kristin fegnast um dygdirnar hjá veteraninum, Andrew av Fløtum, sum skeyt reint hattrick í dag. Kristin vónar, at B68 kann arga B36 í komandi umfari, samstundis sum HB greiðir sína skyldu ímóti NSÍ, tí so verður dúkað til ta stóru FM-finaluna millum B36 og HB í seinasta umfarinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Kristin R. Mouritsen og Jobin Drangastein søgdu á Rás2.