Næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík hava fyrrapartin vunnið stóra norðurlendska filmskapping í sambandi við veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Kappingin, sum kallast Reclimate, var fyri ungfólk í aldrinum 15 til 19 ár, og tveir bólkar av Tekniska skúla í Klaksvík vóru við í kappingini. Samanlagt komu 125 stuttfilmar til kappingina, og hesir filmar skuldu vísa avleiðingarnar av Co2 útlátinum.
Annar av bólkunum var valdur út millum teir 8 finalufilmarnar, og tá ið ein serlig dómsnevnd í morgun kunngjørdi vinnaran av kappingina, var tað filmurin The Burden, sum næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík hava gjørt.
Teir tríggir næmingarnir í bólkinum eru Jákup Klein, Jóannes Martin Johannesen og Hermann Mørkøre.
Dómsnevndin sigur um vinnandi filmin, at hann er flottur og hevur ein sterkan boðskap um, hvussu ættarliðini lata hvørjum øðrum umhvørvistrupulleikarnar.
Virðislønin til vinnandi filmin er 2000 evrur.