Føroyska U20-landsliðið hjá monnum í flogbólti spældi í kvøld fyrsta dystin í EM-undankappingini fyri smátjóðir, sum verður spælt í stórhøllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Mótstøðuliðið í kvøld var Ísland.
Eftir eina heldur nervøsa byrjan funnu føroyingarnir bæði seg sjálvar og hvønn annan tíðliga í fyrsta setti, og so við og við bygdu teir sær eina leiðslu, ið bleiv ov stór hjá íslendingum at fáa aftur. Føroyar vann fyrsta sett greitt 25-17.
Í øðrum setti skiftust liðini um at hava leiðsluna, og tey komu eisini nærum stavn um stavn ímóti avgerðini av settinum, har Føroyar tó var stinnari og vann hetta tætta annað settið 25-23.
Føroyar vóru greitt á odda fyrstu løtuna av triðja setti og stevndu ímóti 3-0-sigri, men gongdin kúgvendist, tí Ísland ressaðist og vann triðja sett 25-18, soleiðis at tað nú var 2-1 til Føroyar í settum.
Í fjórða setti skuldi tað vera. Hóast Ísland fleiri ferðir át seg inn á føroysku leiðslurnar, so vístu føroyingarnir tá samanum kom munin í støðinum og umvegis 25-18 fingu teir ein 3-1-sigur í fyrsta dystinum í kappingini.
Føroyar – Ísland 3-1 (25-17, 25-23, 18-25, 25-18)
Skráin hetta vikuskiftið:
Leygardagin 24. mars:
Kl. 14.00 Ísland - Luksemborg
Kl. 17.00 Føroar - Skotland
Sunnudagin 25. mars:
Kl. 14.00 Skotland - Ísland
Kl. 17.00 Luksemborg - Føroyar










