Vunnu gull leygardagin, mangla rógvara nú

Kappróðrarárið í Danmark byrjaði farna vikuskiftið í Odense, í Old Boys róðrinum vann Smyril, men mangla ein rógvara til at forsvara oddasessin hetta komandi vikuskiftið.

Kappróðrarárið í Danmark byrjaði farna vikuskiftið í á Sleipnir Odense Regatta, í Old Boys róðrinum vann Smyril. Men teir mangla nú ein rógvara til at forsvara oddasessin hetta komandi vikuskiftið.

Smyril fekk nevniliga undantaksloyvi, at hava 2 rógvarar undir 35 við umborð í Odense, men hetta vikuskiftið er bert loyvi givið til ein. Tí mangla teir nú ein rógvara.

Fimm kappróðrar verða í ár. Sleipnir Odense Regatta sum var síðsta leygardag, Norðhavns Regatta nú leygardagin, Ishøj Regatta 14. juni 2014, Knørrur Regatta 30. august 2014 og Sorø Regatta 13. septembur 2014.

Manningin venur eina tíma umborð tvær ferðir um vikuna, sigur Edmund S. Jacobsen, ið er bátsformaður á Smyrli.

 

Edmund vísir á, at hetta hevur skund, og heitir á áhugaði, um at seta seg í samband við seg so skjótt sum tilber, og í seinasta lagið í morgin hósdagin kl. 14.


Smyril er ein góður bátur, lættur, seks-mannafar, og vann 4 gull merkið í 2013 í Danmark, og hevur vunnið nógv í Føroyum. Men nú manglar ein maður fyri at fáa bátin fullmannaðan.

Set teg í samband við bátsformannin,  um tú vilt rógva við.
Edmund S. Jacobsen, edmundjacobsen@yahoo.com
fartelefon +45 53 40 32 94