- Vit vunnu eitt fimta pláss.
Niels Drevsholt, sum hevur skrivað Mest når det er regn, helt ikki, at fimta plássi hjá honum og Petsi kundi tulkast sum nakað annað enn ein sigur. Sangurin varð spáddur eitt møguligt fyrsta ella annað pláss, men songskaldið helt ikki, at tað var møguligt leygarkvøldið at vinna á salsarútmunum hjá Tomas Thorvaldssoni.
- Eg errin av úrslitinum og av Petsi. Hevur nakar ábyrgdina av, at sangurin ikki endaði longuri frammi, so er tað eg, sigur Niels Drevsholt.
Heimurin opin
Niels Drevsholt, sum hevur nógvar royndir at skriva sangir til Melodi Grand Prix, hevur sum vera mann nógv rósandi orð at siga um Petsi Tvørfoss.
- Tit eiga nakrar ótrúliga góðar sangarar í Føroyum, sigur Niels Drevsholt og sipar til, at føroyskir sangarar millum annað hava staðið seg framúr væl í donskum tónleikakappingum.
Um orsøkirnar til, at hann vildi hava Petsi at syngja hansara sang, sigur hann, at hon er eitt av teimum størstu talentunum, hann nakrantíð hevur hoyrt.
? Petsi sang hendan sangin betri, enn nakar annar hevði kunnað, sigur Niels Drevsholt.
Hann er sannførdur um, at møguleikarnir hjá Petsi eru nógvir í framtíðini.
? Heimurin liggur opin fyri hana. Hetta, tit hoyrdu í kvøld, var bert eitt lítið brot av tí, sum hon megnar. Hennara rødd er ógvuliga sterk, og hon megnar at syngja nógvar sjangrur, sigur Niels Drevsholt.
Hann nevnir sum dømi, at tey hava sungið løg sum Nothing Compares to you, sum Sinead O´Conner er víðagitin fyri at syngja. Hennara sangurin er sera krevjandi fyri ein og hvønn sangara, men Petsi megnar at syngja hann næstan sum einki.
- Eg vil fegin samstarva meira við hana. Um tað verður í Grand Prix høpi veit eg ikki, men okkurt samstarv vóni at hava við hana, sigur Niels Drevsholt.
Gera meira við tónleikin
Niels Drevsholt hevur ongantíð vunnið Melodi Grand Prix við einum av sínum sangum. Tvær ferðir er tað vorðið til eitt annað pláss. Men Niels hevur ongar ætlanir um at gevast á hondum nú.
- Eg haldi, at Melodi Grand Prix er nakað av tí stuttligasta at uppliva. Sjálvandi ætli eg mær at royna aftur og aftur, sigur ein glaður Niels Drevsholt, tá vit prátaðu við hann seint leygarkvøldið.
Hann hevur tað til felags við Ivar Lind Greiner, sum hevur skrivað Sig det´ løgn, at hann til dagligt fæst við at framleiða tónleik til lýsingar.
- Eg vóni at kunna nýta nógv meira tíð til at skriva tónleik næstu tíðina, sigur Niels Drevsholt.
Hann fegnast stórliga um, at danska Melodi Grand Prixið hevði eitt somikið høgt støði í ár. Hann heldur, at støðið møguliga var betri í ár enn nakrantíð áður.
- Tað var ómøguligt fyri meg at velja fimm finalistar út millum hesar tíggju sangirnar. Eg vildi fegin havt eini sjey ella átta av teimum í finaluni, sigur Niels Drevsholt.
Eftir at Melodi Grand Prix í Danmark hevur upplivað ógvuliga skiftandi undirtøku og eydnu seinastu árini, so er roynda songskaldið sannført um, at nú er Melodi Grand Prix komið aftur fyri at vera.