Stóra flogbóltskappingin fyri norðurlendsku U19-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum byrjaði longu í gjáramorgunin og helt fram til langt út á kvøldið, og somuleiðis er í dag ein long dystarskrá fyri framman. Fyrsta dystin spældu føroysku kvinnurnar klokkan 9 í morgun og síðani menninir klokkan 11, og í báðum førum var mótstøðan Danmark.
Í gjár byrjaði tað við, at Norra vann hjá bæði kvinnum og monnum á Íslandi, áðrenn Danmark gjørdi tað sama ímóti Norra, at vinna bæði hjá kvinnum og monnum. Síðani vóru fyrstu føroysku dystirnir á skránni, men teir blivu eitt sindur seinkaður, tí báðir dystirnir millum Danmark og Norra gjørdust drúgvir fimmsettarar.
Hetta mundi vera ikki sørt kærkomið hjá íslendingunum, tí teir høvdu jú spælt fyrr um dagin, so hjá teimum kom óivað hvør vunnin hvíldarløta væl við. Tá avtornaði var tað ikki nóg mikið, tí føroysku áskoðararnir vóru í gjárkvøldið vitni til tveir føroyskar sigrar.
Lættur kvinnusigur
Serliga sá tað lætt út, tá føroysku kvinnurnar vunnu 3-0 í sínum dysti á Íslandi, og burtursæð frá tí eina settinum, var talan um eitt sera sannførandi og avgjørt góðkent avrik.
Longu í fyrsta setti var linjan løgd við einum greiðum 25-14 sigri, og hóast munurin gjørdist væl minni í øðrum setti, 25-20, høvdu føroysku kvinnurnar fult tamarhalda á. Tað høvdu tær hinvegin ikki ta allarfyrstu løtuna í triðja setti, tá Ísland fór framum 11-7, men so slett ikki megnaði at standa ímóti, tá føroyska liðið setti ferðina upp og vann 25-16.
Á føroyska kvinnuliðnum eru fleiri royndir spælarar, sum enntá hava fast pláss á liðnum í Eikliguni, umframt at fleiri teirra hava spælt A-landsdystir fyri Føroyar. Spælarar sum Eina Kalsø, Anja Danielsen og Sofía Purkhús vóru millum tær mest spælandi, tá føroyska A-landsliðið vann silvur á Oyggjaleikunum í summar.
Spakuliga í gongd
Eisini hjá U19-monnunum var talan um ein sannførandi 3-0 sigur, men her var gongdin øvugt av tí hjá kvinnunum, tí nú var tað í fyrsta setti, at størstu trupulleikarnir vóru, so her gjørdist sigurin bara meira meira og meira sannførandi, sum dystinum leið.
Sum sagt, vóru stórir trupulleikar í løtum í fyrsta setti, og tað eydnaðist ikki Føroyum at avgera beinanvegin, so her endaði tað 26-24 til Føroyar. So fór at ganga betur, tí í øðrum setti bleiv tað 25-18 og at enda í triðja setti reinur avsmurningur, 25-10.
Ein strika í rokningini var tað tó, at fyrst Bárður Jacobsen og síðani Niels Erik Egholm Anderson máttu berast av vøllinum við skaða. Ilt er at meta um, hvussu álvarsligir skaðarnir vóru, men vónandi eru teir so frægir, at teir eisini í dag fáa tikið eitt tørn saman við hinum.
At menninir annars taka seg fram, hevur sæst áður, tí teir hava vunnið ímóti Íslandi fyrr, umframt at teir eisini hava staðið seg væl ímóti eitt nú Danmark. Spælarar sum Bárður Larsen, Arthur Djurhuus Poulsen og Bárður Jacobsen vóru allir við á Oyggjaleikunum, og aðrir hava eisini royndir, ið muna.
MYNDATEKSTUR (føroyar-Island kv.jpg):
FØROYSK FRØI
Kvinnurnar vóru sera glaðar, tá tær høvdu vunnið seinasta bóltin í dystinum ímóti Íslandi í gjárkvøldið, tí einki hevur so nógv at siga, sum at fáa eina góða byrjan
Mynd: Álvur Haraldsen
MYNDATEKSTUR (Føroyar-Island.jpg):
SÍÐSTA SMASJ
Ágúst Máni HafÞórsson og Alexander S. Guðbjörnsson standa hjálparleysir eftir hetta góða slagið frá Bárði Jacobsen, sum noyddist skaddur av vølli í gjárkvøldið, eins og Niels Erik Egholm Anderson
Mynd: Álvur Haraldsen