A-landsliðið hjá kvinnum vann eisini seinna dystin móti Stóra Bretlandi. Sigurin var tó ikki so stórur sum í fyrradagin – í gjár var úrslitið 24-18, eftir 10-8 í hálvleikinum.
Les eisini:Samrøða við Andreas F. Hansen, landsliðsvenjari
Bretska liðið tóktist meira tendra í gjár og fylgdust liðini fyrstu 20 minuttirnar av dystinum. Føroyska liðið hevði trupulleikar í álopinum, men loysnaði fyri hesum, tá Eir Berg kom inn um miðjan fyrra hálvleik. Eir var ein støðug hóttan og gjørdist hon eisini topskjútti í gjár við 6 málum. Fríða Petersen stóð eisini væl í málinum í fyrra hálvleiki og hevði hon fleiri góðar bjargingar.
Les eisini:Vunnu fyrra dystin greitt
Landsliðið vann í fyrradagin 31-16. Sostatt hevur føroyska liðið vunnið báðar venjingardystirnar móti Stórabretlandi.
Málskjúttar Føroyar:
Eir M. Berg 6, Turið A. Samuelsen 3, Anna Brimnes 3, Brynja Høj 3, Marianna H. Jacobsen 2, Fríðrún Danielsen 2, Bjarta O. Johansen 1, Birita Jacobsen 1, Agnas Olsen 1, Rebekka Justinussen 1, Helga Kjærbo 1










