Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti kappast í hesum døgum í smálandakapping í Íslandi, har Írland, Skotland og Ísland eru mótstøðuliðini.
Føroysku kvinnurnar fingu eina góða byrjan uppá kappingina ígjár við einum 3-0 sigri á Írlandi.
Føroyar-Írland 3-0 (25-19, 25-19 og 25-23)
Í dag taptu føroysku kvinnurnar tó greitt 0-3 fyri Skotlandi.
Skotland-Føroyar 3-0 (25-18, 25-22 og 25-14)
Skotland er oddalið seks stigum. Ísland og Føroyar hava trý stig hvør. Írland er aftast við ongum stigi.
Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Íslandi. Vinnarin tryggjar sær annað plássið í smálandakappingini.