Føroysku flogbóltskvinnurnar, sum hava so øgiliga stoltar traditiónir í oyggjaleikahøpi, byrjaðu sína kapping í dag.
Og tær gjørdu tað við stíli.
Føroyar spældu móti Grønlandi í fyrsta dystinum, sum byrjaði klokkan 12.15, og minni enn ein tíma seinnu kundu tær fegnast um fyrsta sigurin á Bermuda.
Talan var um ein sera greiðan føroyskan sigur móti Grønlandi.
Settmunurin var 25-8, 25-16 og 25-10 og dysturin var avgreiddur eftir 53 minuttum.
Myndatekstur: Føroysku flogbóltskvinnurnar her avmyndaðar í spælihýri í góðveðrinum á Bermuda, gjørdu skjótt av, tá tær vunnu á Grønlandi í dag
Mynd: www.fbf.fo