Føroyskir fimleikarar vunnu heili 28 heiðursmerki, tá ið oyggjaleikir í fimleiki vóru hildnir á Jersey um vikuskiftið.
Fimleikurin var ikki við á oyggjaleikunum á Isle of Wight. Tí var skipað fyri fimleika-oyggjaleikum á Jersey um vikuskiftið. Og føroysku fimleikararnir fingu sera góð úrslit. Tey vunnu heili 10 gull, 9 silvur og 9 bronsu heiðurmerki.
Í liðkappingini gekk væl. Tað endaði við, at Føroyar á fyrsta sinni í oyggjaleikahøpi vunnu liðkappingina bæði hjá monnum og kvinnum. Á liðnum hjá monnunum vóru Fróði Mortensen, Øssur D. Eiriksfoss, Rósing Dam, Jóni B. Christiansen og Olivur D. Eiriksfoss. Á liðnum hjá kvinnunum vóru Fríðhild Norðgerð, Kristina Toftegaard, Anita S. Davidsen, Eydna Danielsen, Katrin Wardum og Herdis Thomsen.
Oyggjarnar, sum luttóku á fimleikaoyggjaleikum vóru Jersey, Áland, Isle of Man, Bermuda, Cayman Islands, Ynys Mon og Føroyar.










