Vunnu 15.000 kr og ferð til Aberdeen

Vinnararnir av Xplore 2003 kappingini, Marner Joensen, Poul Ingi Olsen og
Markus H. Sørensen frá Tekniska Skúla í Klaksvík fingu handað vinningin á
Offshore Faroes ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.

Oljuráðstevna




Ólavur Ellefsen frá Tökni, sum fyriskipaði kappingini í ár, greiddi frá, at
teir tríggir næmingarnir høvdu víst sera stórt hegni við at vinna bæði eitt
av innleiðandi umførunum og sjálva finaluna. Teir høvdu snøgt sagt vundið
burtur úr hinum 322 luttakarunum, sum vóru úr Íslandi, Føroyum, Skotlandi,
Noregi og Danmark.

Vinningurin til teir tríggjar var 15.000 kr at býta, umframt ein
uttanlandsferð í part. Ætlandi fara næmingarnir til Aberdeen í einar
tríggjar dagar í januar at kunna seg um oljuvinnu og útbúgvingarmøguleikar
har.

Luca Dragonetti, verkætlanarleiðari hjá Eni á Føroyaøkinum, handaði teimum
vinningin. Eni hevur saman við NORA (Norrønt Atlantssamstarv) verðið
høvuðssponsor í kappingini.

Til staðar í Norðulandahúsinum vóru eisini rektarin á Tekniska Skúla í
Klaksvík, Rúni Heinesen, og annar av vegleiðarunum hjá næmingunum, Linjon
Jacobsen. Hin vegleiðarin, Nikolas Olsen, kundi tíverri ikki vera við.

Myndatekstur: Marner Joensen, Poul Ingi Olsen, and Markus H. Sørensen í
Norðulandahúsinum. Mynd Jan Müller