Í nátt vann Barrack Obama uppstillingarvalið hjá demokratunum í statinum Wisconsin, og fyrrapartin frættist, at hann hevði eisini vunnið á Hawaii-oyggjunum. Hesin seinasti var hansara 10. sigur á rað.
Sostatt er lagt upp til ein sera spennandi dyst í næsta mánað, tá uppstillingarval verða í Texas og Ohio. Barrack Obama hevur nú fleiri valmenn enn Hillary Clinton, og fyri hana er tað tí sera umráðandi at vinna í Texas og Ohio.
Hjá republikanarunum vann John McCain sannførandi í Wisconsin. Tað tykist nú heilt vist, at hann verður forsetavalevni hjá republikanarunum í heyst, og hann hvesti eisini orðalagið í morgun.
-Eg fari at stríðast hvønn dag fyri at forða fyri, at amerikanararnir ikki lata seg tøla av einari innantómari eggjan til broyting, segði McCain í takkarrøðu síni í morgun og sipaði til Barrack Obama.