Vraklutir av Titan eru komnir til lands

Á myndum, sum AP tíðindastovan hevur lagt út, síggjast fólk, sum taka ímóti vraklutum í havnini í St. John's.

Sky News veit í dag at siga, at vraklutir av kavbátinum Titan nú eru fingnir til lands í St. John's í Ný Foundlandi. 

 

Allar ábendingar eru um, at kavbáturin við fimm monnum umborð sprongdist inneftir av nógva trýstinum niðri í dýpinum, har vrakið av Titanic liggur.

 

Allir fimm menninir, sum vóru í kavbátinum, lótu lív. 

 

Tað var ein fjarstýrdur kanadiskur kavbátur, sum fann vraklutirnar, ið lógu umleið 500 metrar frá bógnum á Titanic-vrakinum á 3.800 metra dýpi.

 

Á myndum, sum AP tíðindastovan hevur lagt út, síggjast fólk, sum taka ímóti vraklutum í havnini í St. John's.

 

Bæði vaktartænastan í USA og Skaðanevndin í Kanada hava sett kanningar í verk av vanlukkuni. 

 

Funnist hevur verið at, at slíkar ferðir, sum Titan gjørdi niður á vrakið av Titanic, ikki eru undir nóg tryggum eftirliti.

 

Tað var amerikanska bjargingartænastan, sum stóð fyri átakinum at finna kavbátin, og her var rættiliga stór leiting við altjóða hjálp, sum helst hevur kostað nógvar miljónir.

 

Leitingin varð sett í verk hin 18. juni og vardi í fimm dagar, tá fjarstýrdi kavbáturin fann vraklutirnar nærindis vrakinum av Titanic, sum sakk fyri meira enn 110 árum síðan.