Vrakarin metir, um fiskurin skal í hendan ella handan góðskuflokkin - ella kanska heilt skal vrakast.
Eg búgvi á flatlondum, og her er ein annar fakbólkur nógv frammi í góðskumeting. Vit kunnu kanska eisini kalla hesi fólk góðskumetingarkonsulentar; men tað snýr seg ikki um fisk, og vit skuldu tí heldur kanska kallað tey mannagóðskumetingarkonsulentar. Her hugsi er um læknar, sum eru í fremstu røð í miðlunum og við jólaljósi í eygunum greiða frá einum framúr góðum máta at meta mannagóðsku. Stendur tað til læknarnar, so skal henda kanningin galda fyri allar barnakonur - helst í øllum ríkinum., tí so "fanga" tey væntandi 80-90 % av mongol børnunum í móðurlívi, og onkur lækni fær væntandi eina doktararitgerð burturúr.
Hesir mannagóðskumetingarkonsulentarnir taka blóðroynd frá gravidari kvinnu og eina skanning serliga av nakkanum á barninum. Er nakkin tjúkkri en vanligt, og eru serlig protein í blóðroyndini, so kunnu hesir mannagóðskumetingarkonsulentarnir vit stórari vissu siga, at hetta snýr seg um eitt mongolbarn. Síðani vænta hesir læknar, sum annars í læknalyftinum hava sagt, at teir skullu gera alt fyri at bjarga lívi, at hesi foreldur kenna so mikið av ábyrgd, at tey koyra barnið á Buchwald sum annan vrakaðan fisk. Her er læknarollan býtt um., so teir nú eru vrakarar - mannavrakarar. Hvussu passar tað við læknalyftið? Kundi kanska spurt Landslæknan...
Skeggið er næst høkuni, og áðrenn eg sjálvur fekk ein son við Down Syndromi, hugsaði eg ikki so nógv um hesi børn, sum eg geri nú. Vit vóru skelkaði og grótu nógv, tá vit fingu hann. Nógv rapaði, tí vit høvdu "bílagt" eitt frískt og sunt barn, men fingu ein býttan - men ikki bar til at býta hann.
Hann var og er ein Guds gáva, og hann hevur smeltað nógv hjørtu hesi seinastu 14 árini. Hann hevur givið okkum so nógv, og gjørt okkum til eina meira hjartaliga familju. Uttan hann høvdu vit verið kaldari og kyniskari við meira facadu.
Eg haldi, at tað er sera spell, at læknavísindin nýtir sítt krút uppá at jagstra mongolbørn í móðurlívi, so at færri familjur fáa ta gávu at hava eina slíka persónligheit heima við hús. Tað er eisini spell, at tey sum so koma gjøgnum nálareygað fáa færri at spæla við og færri potentiellar ektafelagar.
Eg vóni at politikkarar fara at problematisera hesa vísindaligu herferð og peika á, at samfelagnum tørvar slík fólk - annars verður ov kalt og sterilt. Skumpa tú undir tín politikkara og sig við hana/hann, at hetta minnir ov nógv um eina aðra herferð í Europu fyri umleið 60 árum síðani - tá gjørdu teir tað bara ikki so diskret sum nú.
Tá tú nú hevur politikkaran, sig so við hana/hann, at hetta ikki skal sleppa at gerast ein læknaspurningur, men ein etiskur, menniskjansligur, politiskur, moralskur spurningur, um vit vilja "dustsúgva" samfelagið fyri slíkar herligar, virðismiklar, týðandi borgarar - VIP´arar.
Hvat eyðkennir mongolar? Tey eru fitt, hjartalig, tey eru børn gjøgnum alt lívið, tey stúra ikki fyri morgindegnum og iðra seg ikki um í gjár, tey hugsa og reagera kensluliga, tey smelta hjørtu, tey avdúka facadur og okkara køldu intellektuelle tilgongd til lívið, tey liva nú. Hví skal tað geva deyðarevsing at vera so?, og hví skullu samfelagsmillónir nýtast til at jagstra hesi fólk? Hví er føroyska annars striksa fosturtøkulógin uttan avmarkingar á hesum øki, so fólk í slíkari støðu fáa bjóðað fosturtøku??
Tað er møguligt, at tað kostar samfelagnum nakrar krónur at hava slík brekaði fólk; men tað kostar meir at royna at forða teimum lívið. Samfelagið gerst fátækt, um vit royna at spæla Gud og seta okkum til dómarar yvir lív og deyð.










