Vrakaður AaB’ari fyri 55 mió

Fyri tveimum árum síðani var Tulio de Melo partur av hópinum hjá danska AaB. Har hildu tey tó ikki, at 193 sentimetra høgi áleyparin var nakað, sum teir vildu satsa uppá, og tí góvu teir spælaranum frítt at fara. Tað eydnaðist de Melo at sannføra franska Le Mans um, at teir skuldu geva honum sáttmála, og síðani hevur bara gingið framá. Le Mans er – ikki minst takkað verið stórspæli frá de Melo – á sætta plássinum í bestu fronsku deildini, og nú sigst Fulham vera til reiðar at tveita £5 mió á borðið fyri spælaran.