Vrakaðu heilsunýskipanina

Sum væntað samtykti ein meiriluti í amerikanska Umboðsmannatinginum í gjárkvøldið at ógilda heilsunýskipanina, sum bleiv samtykt í fjør. 245 tinglimir atkvøddu fyri at ógilda lógina, og 1890 vóru ímóti. Tað vóru republikanararnir, sum vrakaðu nýskipanina, men tríggir demokratar atkvøddu saman við teimum.

Eygleiðarar í Washington siga, at heilsunýskipanin verður ikki ógildað kortini, tí málið skal eisini fyri Senatið, og har hava demokratarnir meiriluta. Harafturat hevur barack Obama, forseti, heimild til at brúka sín sýtingarrætt ímóti uppskotinum um at ógilda nýskipanina.

Nýskipanin innan amerikanska heilsuøkið hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Obama.