Á valkortunum, sum Umhvørvisstovan hevur sent út at brúka til vegleiðandi fólkaatkvøðuna, stendur at veljarin setir kross annaðhvørt við fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista .
Tað er av misgávum, at henda vegleiðing stendur á valkortunum, upplýsir Umhvørvisstovan.
Rætta vegleiðingin skuldi verið:
Atkvøtt verður soleiðis, at tann, sum atkvøður fyri kommunusamanlegging, setur ein kross við orðið "Ja", meðan tann, ið atkvøður ímóti, setur ein kross við orðið "Nei".
Skeiva vegleiðingin hevur ongar løgfrøðisligar avleiðingar fyri vegleiðandi fólkaatkvøðuna, og veljarin skal sum vanligt hava valkortið við til valstaðið, har hann verður skrásettur og síðani fær útflýggjað lepan at skriva krossin á.