VR Bilar ? við Volvo maskinum til arbeiðstakarar

Síðan VR-Bilar við Hoyvíksvegin herfyri fóru í gongd við sølu og tænastu av Volvo og Renault bilum, er sølan vaksin munandi, samstundis sum teir gera eitt stórt arbeiði við at marknaðarføra sínar vørur.

 

Síðan VR-Bilar við Hoyvíksvegin herfyri fóru í gongd við sølu og tænastu av Volvo og Renault bilum, er sølan vaksin munandi, samstundis sum teir gera eitt stórt arbeiði við at marknaðarføra sínar vørur. Umframt Volvo persónbilar, lastbilar og bussar, er nú ætlanin at gera meira við ta stóru vøruskánna av entreprenørmaskinum hjá Volvo



Volvo, ið er ein av størstu ídnaðarfyritøkun í Norðurlondum, varð stovnað tíðliga í 20. øld, sum dótturfelag hjá SKF (Svenska Kullager Fabrikken) við høvuðssæti í Gøteborg. Týdningarmesta framleiðslan hjá Volvo eru persónbilar, lastbilar, bussar, motorar til bátar og skip, eins og entreprenørmaskinur til ídnaðin og landbúnaðin. Volvo Construction Equipment Group er í dag ein av heimsins leiðandi framleiðarum av gravimaskinum, dumparum og veghøvlum.

Stór vøruskrá

Nógvir møguleikar eru innan Volvo vøruskránna, sum til dømis smáir og stórir lessarar frá 3 til 33 tons, gravimaskinur frá 1,4 til 46 tons, dumparar við 2 ella 3 akslum, frá 20 til 40 tons, eins og veghøvlar í ymiskum støddum. Maskinurnar fáast við allari hugsandi útgerð til flest øll endamál, sum til dømis feiðimaskinur, kavaplógv o.s.v. Vøruskráin ið er sera breið og dekkandi, ger at tað er lætt at fáa sær tað røttu maskinuna til tað endamálið hon skal brúkast til.

Útvega fígging

Stjórin á fyritøkuni, Sverri Steintún, sigur, at teir útvega kappingarføra fígging frá Volvo Finans, og eru altíð tilreiðar við einum góðum tilboði. Umframt at hava góða eykalutatænastu, fáa teir ein væl útgjørdan hjálparbil, sum hevur alla neyðuga útgerð til at veita bráfeingis hjálp til teirra sum hava lastbilar, bussar og entreprenørmaskinur, sum ikki fáa arbeitt, tí teir eru uppsteðgaðir ella hava annan bráðfeingis tørv. Hesin bilur kemur at dekka alt meginøki.















Volvo hevur eina stóra vøruskrá av gravimaskinum og dumparum