VR Bilar ? selt hundrað bilar fyrsta árið

VR Bilar, ið umboðað Volvo og Renault bilarnar, bleiv stovnað fyri einum árið síðan. Gongdin hevur verið nógv betur enn væntað, og teir hava longu nú selt hundrað bilar, ið er meira enn tvær ferðir tað sum teir høvdu sett sær sum mál

 

Tá VR Bilar bleiv stovnað í fjør, settu teir sær sum mál at selja 40 bilar fyrsta árið, seinni varð talið sett til 70, men gongdin bleiv nógv betur enn væntað, og bilur nr. 100, ein Renault Kangoo, er seldur til nýstovnaðu heilsøluna, H.J. Heilsølan, ið selur klæðir til virkir o.a.

Stór vøruskrá

Síðan teir byrjaðu eru fleiri nýggjheitir komnar á marknaðin, sum til dømis Renault Laguna, og tað at Renault eru komnir við stórari dieselskrá. Umframt at Volvo eisini fást við stórum 5 syl. dieselmotorum við 130 og 163 hk. Annars eru teir mest seldu bilarnir: Renault Mégane, Volvo S40 og S60. Býtið millum av Volvo og Renault er helvt um helvt. Av stórum bilum hava teir selt 6 Volvo lastbilar og ein býbuss. Nýggju Volvo lastbilarnir sum koma á marknaðin komandi ár, fáast við motorum upp til 500 hk.

Nøgdur við gongdina

Fyri at kunna veita góða tænastu hava teir fingið ein væl útgjørdan hjálparbil, sum hevur alla neyðuga útgerð til at veita bráðfeingis hjálp til lastbilar, bussar og entreprenørar. Tað var 20. november í fjør at persónbila og lastbilaverkstaðurin læt upp, meðan bilasølan byrjaði 1. januar í ár. Stjórin á fyritøkini, Sverri Steintún, er sera væl nøgdur við gongdina higartil.