Voxbotn verður ikki 27. juni

– Voxbotn verður, men ikki 27. juni. Tað sigur Rúni M. Djurhuss, ein av fyrireikarunum.

Hann sigur, at hann er eitt sindur troyttur av at endurtaka seg sjálvan, men tá onkur vil misskilja hetta, so vil hann enn einaferð staðfesta, at stóri tónleikafestivalurin í Vágsbotni í Havn altso ikki verður sum ætla 27. juni.

– Um tilmælini fara at siga annað, so verður Voxbotn flutt til seinni í ár, sigur hann og leggur dent á, at fyrireikararnir av Voxbotni fylgja almennu tilmælunum.