Voxbotn: Stórt spæliland til børn

Tá ið Voxbotn fer av bakkastokki 30.juni verður eisini eitt stórt spæliland til børn, sum inniber hoppiborgir, sumodraktir, el-bilar, trambolinur og mangt annað.

 

Eitt stórt spælaland verður í Voxbotni 30.jun – eitt sokallað Jollyland. Jollylandið er á Vaglinum, á parkeringsøkinum hjá Hvonn og uttan fyri Perluna í Tórsgøtu.

 

 

Á Vaglinum verður eitt hoppiland við fimm stórum hoppiborgum. Á parkeringsøkinum hjá Hvonn verður sokallað “sumobrydning” fyri børn, har tey lata seg í sumodraktir og berjast móti hvørjum øðrum. Har verður eisini ein gladiatorbani, og teir vælumtóktu el-bilarnar, sum børnini kunnu koyra í. Uttanfyri Perluna verða tær kendu trampolinirnar, sum børnini kunnu jolla sær í.

 

JollyLand er opið 30. juni frá kl. 15 til 20.00.

 

 

Umframt hetta so verður eisini okkurt spennandi til sølu til børnini. Eitt nú candyfloss, pylsur, sodavatn og annað.

 

Eisini verður undirhald fyri børnunum, har eitt nú rapparar og eldblásarar standa fyri undirhaldinum.

 

Hesum boða fyrireikarar frá.