Voxbotn: Sjáldsom framførsla frá Bet You Are William

Ein av føroysku bólkunum á tiltakinum Voxbotn er Bet You Are William, sum ikki hevur verið á palli í tvey ár.

 

Í 2006 varð bólkurin Bet You Are Williams settur á stovn, og stutt eftir gjørdist bólkurin vælumtóktur við fleiri hittløgum.

 

Fløgan “See Inlaid Heart For Details” kom á marknaðin í 2008, og tá hittaði bólkurin við løgum sum “Here We Go, Stereo”, “Dynasty” og “Slick Sense”.

 

Eftir fyrstu fløguna framførdi bólkurin nógv kring landið, men nú eru tvey ár síðani, at bólkurin seinast framførdi.

 

Nú er so ein framførsla á skránni hjá bólkinum, og verður tað 30.juni tá ið Voxbotn er á skránni. Hetta verður allarhelst tann einasta konsertin hjá bólkinum í longri tíð, tí oddamaðurin, Petur Háberg, flytur til Danmarkar, har hann fer undir lesnað.

 

- Vit gleða okkum heilt ótrúliga nógv at spæla aftur. Vit hava jú ikki spælt í næstan tvey ár, so spurningurin er, um vit duga longur. Men vit fara so avgjørt at gera okkara besta, sigur Petur Háberg.

 

Petur Háberg vísur á, at bólkurin hevur fleiri nýggj løg, sum verða framførd hetta kvøldið.

 

- Hóast vit ikki hava spælt í langa tíð, so er framvegis nógv nýggj løg, sum eg havi gjørt síðani fløgan kom út, so vit lova bæði nýtt og gott gamalt, sigur Petur Háberg.

 

Í bólkinum eru hesir:

Hanus Mikal Andreasen: Synth

Bartal Augustinussen: Gittar

Eyðun Johannesen: Bass

Andreas Dalsgaard: Trummur

Guðrun P. Háberg: Bakgrundsrøddir

Petur Háberg: Sang og Gittar