Ársins Voxbotn er nú farið í gongd, og hóast veðrið kanska ikki er heilt til vildar enn, so er fitt av fólki komið saman í Vágsbotni.
Aftaná Marius DC legði út og rappaði Voxbotn í gongd, fóru Angela og Hannibal á pallin at framføra undirhald til tey minstu - og kanska eisini tey stóru við einum barnsligum hjarta.
Trupult var hjá Angelu at halda stýr á Hannibal, ið nýtti hvørt høvi til at lumpa bæði Angelu og tey, ið stóðu fremst at pallinum. Og fekk Hannibal ikki sín vilja, ja so sproytaði hann bara vatn eftir øllum við einari vatnpistól.
Hannibal royndi seg eisini, við skiftandi succes, at ganda, men tíbetur hevði hann Angelu og áhoyrararnar at hjálpa sær.
Barnaundirhaldið heldur í løtuni áfram við klovninum Bubu, ið ger sítt besta at læra børnini at súkkla, og um lítla løtu trínir fólkakæri Hanus G á pallin.