VOX er gospelkór, ið byrjaði í ´90 unum og var tá sera virkið til konsertir, gudstænastur og møtir í nógv ár. Eftir ein steðg fór kórið aftur til verka í 2017 og hevur síðan javnan havt framførslurí ymiskum samanhangi. Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX og hevur stjórnað kórinum síðan 1998.
VOX fer á hesum sinni at framføra verkið GORIA eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari hjá Oslo Gospel Choir. Sangirnir eru skrivaðir sum ein gudstænasta, ið tískil hevur teyymisku liturgisku liðini í eini gudstænastu við. Vit hoyrafjølbroyttan kórsang útfrá Kyrie, Gloria, Trúðarjáttan, Faðir Vár, signinigini osfr.
VOX framførdi GLORIA í 2017, tá tríggjar ymiskar kirkjur vórukarmur um konsertirnar. Hesaferð verður GLORIA framført til eina konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Verið hjartaliga vælkomin á konsertina 22. okt, ið byrjar kl 19. Konsertin er ókeypis, men høvi verður at lata kórinum eina gávu.