Sunnudagin 12. desember kl. 16, hevur gospelkórið Vox jólakonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum
Jólakonsertin hjá Vox er vorðið eitt afturvendandi tiltak, sum nú hevur fimm ár á baki! Á konsertini verður ikki einans lagt dentur á sangin, men eisini at gera ein hugnaligan og jólaligan dám í kirkjuni. Hóast kórið ofta hevur sungið lættari gospelrútmur við svingandi orkestri, ber stílurin á jólakonsertini altíð meira bráð av stillari frammførðslum.
Á skránni vera bæði gamlir jólasálmar við nýggjum útsetingum og nýggjari sangir, alt á føroyskum. Nevnast kunnu ?Ger beinar Harrans leiðir? og ?Hin vænasta rósan?. Sangirnir verða framførdir við og uttan fylgispæl. Umframt sangirnar hjá kórinum, verða framførslur frá einstaklingum og smærri bólkum úr kórinum.
Kórið er samansett av 20 ungfólkum, flestu úr Eysturoynni. Kórleiðari er Ás-bjørn Berthelsen. Klaverfylgispælið hevur Holgar Johannesen.