Vórðu kortini boðin

Umboð fyri byggingina av nýggja skúlanum í Tórshavnar Kommunu vórðu boðin til fundar, men møttu ikki, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Fyrradagin skuldi fundur vera millum lærararnir í Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, har umboð frá kommununi eisini skuldu møta.

 

Á fundinum skuldi samanleggingin skúlarnar í millum umrøðast. Tó møtti eingi umboð frá kommuni á fundinum, og lærararnir fóru sostatt heimaftur.

 

Les eisini: Sótu so nakkalong og bíðaðu eftir býráðnum

 

Tá ið hetta varð borið fjølmiðlunum í dag, vísti trivnaðarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Jóan Petur Hentze, á, at tey høvdu ikki verið vitandi um fundin, og fannst heldur at, at hetta fann vegin í fjølmiðlarnar.

 

Les eisini: Kommunan ikki fingið fundarboð

 

Herálvur Jacobsen, formaðurin í Lærarafelagnum, ásannar, at evsta rók í býráðnum neyvan varð kunnað um fundin.

 

- Men tvey av starvsfólkunum, sum hava við byggingina av nýggja skúlanum at gera, skuldu av røttum havt møtt á fundinum, sigur hann.

 

- Hetta er onkursvegna steinur oman á byrðu. Vit hava leingi víst ónøgd við, at Mentamálaráðið framvegis ikki hevur sett leiðslu fyri nýggja skúlan, og nú møta tvey umboð frá Tórshavnar Kommunu ikki eingongd upp til fund við okkum, sigur Herálvur. 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Herálv Jacobsen