Vorðið sum høgguslokkur

Nýsælendskir fiskimenn hava fingið in høgguslokk, sum hevði eygu sum bildekk.

Teir nýsælendsku fiskimenninir fingu tann ovurstóra høgguslokkin á línu nærhendis Antarktis. Tað vísti seg, at hann vigaði 450 kilo og sostatt 150 kilo meiri enn tann størsti, sum menn vistu um frammanundan.

Steve O'Shea, høgguslokkaserfrøðingur á lærda háskúlanum í Auckland, sigur við AP, at vísindin hevur sera stóran áhuga fyri tí ovurstóra høgguslokkinum. Fyribils hevur hann fingið latínska navnið Mesonychoteuthis, sum merkir "risahøgguslokkur", og alt bendir á, at hetta er tann størsti høgguslokkurin, sum nakrantíð er veiddur, sigur John O'Shea.

Tann størsti, sum menn vistu um frammanundan, vigaði 300 kilo og varð fingin í Rosshavinum við Antarktis fyri trimum árum síðani.