Átta føroyingar fara at kappast í DM fyri ung um vikuskiftið, og sambært Frælsur Ítróttur Føroyar, hava fleiri teirra styrki at kappast við topp trý í Danmark.
- Tey ætla sær heim við heiðursmerkjum, og hjá fleiri standa pláss á oyggjaleikalandsliðnum upp á spæl, skrivar Hallur Holm á heimasíðuni fif.fo.
Ein av luttakarunum, sum stórar vónir eru settar til, er Tórur Mortensen úr Hvirluni. Hann hevur havt ómetaliga stóra framgongd seinasta hálvaannað árið, skrivar Hallur Holm, og er heilt uppi millum teir allarbestu donsku javnaldrarnar. Tórur kappast við dreingjum 16-17 ár í longdarlopi og trístøkki. Í báðum kappingargreinunum manglaðu bert fáir sentimetrar í oyggjaleikakravið, tá hann kappaðist til Stórmót í Reykjavík fyrr í ár.
Rebekka Fuglø verður við aftur í ár. Hon er fleirfaldur danskur meistari longu og hevur vunnið nógv heiðursmerki á 800 og 1500 metrum. Hon hevur tó verið darvað av skaða í heyst, so ivasamt er, hvussu fer at gangast henni í ár.
Kanska megnar Oddvør Josephsen at lyfta arvin eftir henni? Hon er við fyri fyrstu ferð og skal eisini renna 800 og 1.500 metrar við gentum 14-15 ár, og hóast hon er í yngra árganginum, er hon styrkismett í besta triðinginum. Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen eru úr Treystinum.
Bragdið sendur fimm rennarar til DM fyri ung. Teitur Bjarnastein og Steingrímur Hallson renna 400 metrar og 800 metrar fyri dreingir 18-19 ár.
- Teir eru báðir enn eitt sindur frá oyl-krøvunum, men hava báðir á einum góðum degi møguleikan at klára kravið á 800 m, skrivar Hallur Holm.
Niklas Kruse rennur somu teinar í bólkinum 16-17 ár, og málið hjá honum er at seta nýtt persónligt met.
Steintór Egholm skal kappast í 200 metrum og 800 metrum, og serliga í seinnu greinini verður mett, at hann hevur heiðursmerkjamøguleikar.
Margit Weihe Fríðmundsdóttir er einsamøll genta í Bragdahópinum.
- Hon hevur verið nær við oyggjaleikakravið á 400 m, og ger nokk enn eina roynd nú. Harafturat skal hon renna 200 m, har hon á einum góðum degi kann hótta føroyska metið, skrivar Hallur Holm vegna FÍF, sum ynskir øllum luttakarunum góða eydnu.
Leygardagin er skráin hjá føroysku luttakarunum hendan (føroysk tíð):
- kl. 14.20 – Tórur Mortensen, trístøkk
- kl. 14.45 – Steintór Egholm, 200 m
- kl. 15.10 – Margit Weihe Fríðmundsdóttir, 200 m
- kl. 16.55 – Oddvør Josephsen, 800 m
- kl. 17.35 – Rebekka Fuglø, 800 m
- kl. 17.45 – Steintór Egholm, 800 m
- kl. 18.00 – Niklas Kruse, 800 m
- kl. 18.15 – Teitur Bjarnastein, 800 m
- kl. 18.15 – Steingrímur Hallsson, 800 m
Sunnudagin er skráin hendan:
- kl. 12.00 – Margit Weihe Fríðmundsdóttir, 400 m
- kl. 12.15 – Niklas Kruse, 400 m
- kl. 13.15 – Oddvør Josephsen, 1.500 m
- kl. 13.35 – Teitur Bjarnastein, 400 m
- kl. 13.35 – Steingrímur Hallsson, 400 m
- kl. 14.00- Tórur Mortensen, longdarlop
- kl. 14.55 – Rebekka Fuglø, 1.500 m