Vónin veksur fyri hvønn dag

Men enn er ov tíðliga at siga, at vit eru sloppin snikkaleys burtur úr ólavsøkuni

Eg verði bjartstygdari fyri hvønn dag sum gongur. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Uppundir ólavsøkuna vóru tað nógv, sum stúrdu fyri, at tað fór at fáa korona at breiða seg sum eldur í samfelagnum. Óttin varð ikki minni, tá ið vit sóu myndir frá ólavsøkuni, har túsundtals fólk stóðu sum sild í tunnu á Vaglinum og á Kongabrúnni.

 

– Fólk hava havt brúk fyri at vera saman við øðrum – og tey vistu hvat tey gjørdu, leggur hann afturat.

 

Pál Weihe ásannar, at sjálvur var hann ógvuliga óttafullur. Men nú ein vika er farin, er støðan tann, at einans fýra tilburðir av koronu eru staðfestir.

 

Tað fegnast Pál Weihe um og hann sigur, at nú hevur hann vónir um, at vit eru sloppin snikkaleys frá ólavsøkuni. Tølini síggja gott út og hann ásannar eisini, at bjartskygni veksur fyri hvønn dag, sum gongur. Hinvegis sigur hann, at enn er nakað tíðliga at fáa armarnar í veðri, tí enn kunnu smittutølini hækkað í kjalarvørrinum á ólavsøkuni.

 

– Vit mugu lata nakrar dagar fara og eru tølini líka lág tá ið vit koma til vikuskiftið, og smittutølini framvegis eru líka lág, haldi eg, at vit kunnu draga andan lættan og slappa eitt sindur av aftur, sigur Pál Weihe.

 

Hann er vísur í, at ein orsøk til, at smittutølini ikki hava verið hægri eftir ólavsøkuna, er, at so nógv fólk eru koppsett fyri koronu. Men hann heldur eisini, at hóast alt hava fólk eisini ansa eitt sindur eftir, tí vit høvdu fleiri smittutilburðir tað mesta av juli mánað, so fólk hava verið tilvitað um smittuvandan.

 

Hann tekur fult undir við, at landsstýrið nú eisini bjóðar barnakonum og bróstakonum, umframt børnum niður í 12 ár, at verða koppsett. Vit hava brúk fyri øllum fyri at basa smittuni, sigur Pál Weihe. Summi halda, at tað er óneyðugt at koppseta børn, tí aloftast merkja børn, sum fáa koronu, lítið og einki til tað. Men Pál Weihe sigur, at fyri tað kunnu tey vera smittuberarar, og kunnu smitta onnur, sum kanska ikki tola tað so væl.