Hondbóltur: Føroyar vunnu 25-21 á Portugal

Føroysku hondbóltskvinnurnar fingu bæði stigini í EM undandystinum við Tjarni í kvøld

Hóast dysturin var merktur av nógvum feilum, so vóru føroysku kvinnurnar á odda allan dystin.

Føroysku kvinnurnar løgdu seg á odda frá byrjan, og tær vóru frammanfyri allan dystin.

Føroysku kvinnurnar brendu illa í álopinum, men verjan stóð væl, og Rakul stóð væl í málinum. 

Portugisku kvinnurnarn høvdu eisini trupulleikar við at skora og brendu illa og mistu fleiri ferðir bóltin út av vøllinum. 

Besta løtan hjá Føroyum í dystinum var í byrjanini av seinna hálvleiki, tá tær komu fleiri mál framum.

Næsti dystur verður returdysturin í Portugal sunnudagin.

Lesið eisini: Myndir: Føroyar-Portugal

 

##med2##

##med3##