Vónin 30 starvsfólk í Litava

Frástøðan spælir ein leiklut, og so er Kina ikki so bíligt longur, sigur Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, um avgerðina at flyta partar av framleiðsluni aftur til Evropa.

Vónin hevur flutt partar av síni framleiðslu heim aftur til Evropa. Sambært blaðnum Nordiske Ambitioner, skilti Vónin, at India og Kina ikki vóru bestu loysnirnar, tá skjót levering og áhaldandi eftirlit vóru neyðug.

 

- Fleiri danskar fyritøkur hava gjørt tað sama. Frástøðan spælir ein leiklut, og so er Kina ikki so bíligt longur. Kappingarføri broytist – vit vilja vera nærri framleiðsluni, so at vit kunnu hava betri eftirlit og skjótari veiting, sigur Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini við Nordiske Ambitioner, sum vísir á, at veitingartíðin nú verður stytt úr fimm, seks vikum til eina viku.

- Vit stytta longu veitingartíðina og koma nærri framleiðsluni. Tá verður eisini lættari at uppihalda og eftirkanna góðskuna. Í staðin fyri at fáa onnur at framleiða vøruna í India ella Kina, eiga vit nú framleiðslukervi í Litava og kunnu tí stýra øllum sjálvir, sigur Hjalmar Petersen.

 

30 mans starvast í framleiðsluni í Litava, sum byrjaði í septembur, og Hjalmar Petersen væntar, at starvsfólkatalið fer at veksa til umleið 80 fólk.

 

Vónin hevur í dag 250 starvsfólk og ein umsetning upp á 360 milliónir krónur og virkar í Grønlandi, Íslandi, Kanada, Danmark, Føroyum, Noregi og Russlandi, og hava nú eisini framleiðslu í Litava.